|
Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.
Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.
Les meira . . .
|
|
|
|
15-10-2017
Tað kann vera ein beiskur biti
Tá læknin fyrst nevnir diagnosuna psoriasis, kann tað vera ein beiskur biti at svølgja. Man kann kenna seg skelkaða, bangnan, ótryggan og enntá illan. Hinvegin kann man eisini kenna ein lætta, tá man kann seta navn á trupulleikan og at fáa at vita, at sjúkan kann viðgerast.
Tað eru tó ikki tvey sum uppliva psoriasis á sama hátt. Summi fáa bara nakrar fáar lítlar plettar av og á, meðan onnur plágast av álvarsomum og kanska varandi útbrotum. Um tú hevur psoriasis mást tú ikki bara lata sum luft. Tú mást seta teg inn í støðuna, so væl sum gjørligt, so tú hevur teir upplýsingar tú skalt brúka fyri at handfara títt psoriasis so væl sum gjørligt.
Hvat er psoriasis? Psoriasis er ein sjúka, sum ger at húðkyknur vaksa ov skjótt. Skeiv boð frá órinsskipanini (immunsystemi) ger, at nýggjar húðkyknur skapast á nøkrum døgum í staðin fyri vikum. Hesin skjóti vøksturin av húðkyknum er tað, sum elvir til psoriasis sár.
Umleið 30% av teimum, ið hava psoriasis, fáa eisini psoriasis-gikt í liðini. Hesi uppliva gikt líknandi sjúkueyðkenni, ið eisini eru elvd av skeivum boðum frá órinsskipanini.
Hvussu nógv hava psoriasis? Øll kunnu fáa psoriasis. Sjúkan er eins vanlig millum menn og kvinnur, og hon rakar umleið 2-3% av fólkinum í heiminum. Psoriasis kann bróta út í øllum aldri, men tey flestu fáa útbrot, tá tey eru um 20-35 ára gomul. 75% av øllum psoriasis tilburðum síggjast fyrstu ferð áðrenn sjúkligurin er vorðin 40 ára gamla. Sjúkan kann tó eisini vísa seg millum børn og eldri vaksin.
Hvør er orsøkin til psoriasis? Tann nágreiniliga orsøkin til psoriasis er ókend. Psoriasis er ein fjøltáttað sjúka við fleiri ymiskum orsøkum, sum hava samband við ílegur, men eisini í sambandi við umhvørvis- og sálarligar orsakir. Hesir tættir ávirka húðina og elva til, at nýggjar húðkyknur skapast ov skjótt. Og minst til, at psoriasis smittar ikki.
|
|
|
|
|
FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn
Formaður:
Kathrina F. Hansen.
Telefon:
50 63 63
Teldupostur:
joensen.kathrina@gmail.com
Limagjaldið er kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.
Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9
29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.
|
|
|
|