|
Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.
Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.
Les meira . . .
|
|
|
|
11-11-2017
Viðgerð ímóti psoriasis
Í Danmark vísa kanningar, at umleið ein triðingur av teimum, sum fáa psoriasis fáa onga viðgerð ímóti sjúkuni. Tað kann vera tí, at tann sjúki ikki heldur, at sjúkan er ein trupulleiki ella, at sjúklingurin t.d. ikki orkar at smyrja seg við kremum og salvum hvønn dag.
Vandi fyri ørkymlan Nógvir sjúklingar koma í ta støðu, at teir royna fleiri ymisk sløg av salvum og kremum, sum ikki hava nakran virkna - ella, tá ein tíð er fráliðin, ikki gera nakran mun. Serliga eldri sjúklingar kunnu fáa eina kenslu av vónloysi, og eru tí ikki hugaðir at royna nýggjar viðgerðarhættir, tey kunnu t.d. siga “teir virka jú kortini ikki”.
Umráðandi ikki at gevast við viðgerðini Hóast tú er ónøgdur við úrslitið av viðgerðini, mást tú ikki gevast brádliga. Gevst tú brádliga er – í ávísum føri – vandi fyri, at støðan gerst verri. Hetta verður nevnt “rebound-fyribrigdi”. Er tú ónøgd/ur við úrslitið av viðgerðini, eigur tú at greiða tínum lækna frá hesum og tosa við hann um tína støðu og um tú møguliga skal royna aðra viðgerð.
|
|
|
|
|
FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn
Formaður:
Kathrina F. Hansen.
Telefon:
50 63 63
Teldupostur:
joensen.kathrina@gmail.com
Limagjaldið er kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.
Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9
29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.
|
|
|
|