|
Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.
Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.
Les meira . . .
|
|
|
|
20-10-2017
Til eru fleiri sløg av psoriasis
Til eru fleiri sløg av psoriasis, og ein sjúklingur kann hava meira enn eitt slag av psoriasis.
Niðanfyri er ein stutt lýsing av nøkrum sløgum av psoriasis, sum ofta verða nevnd:
Psoriasis vulgaris Tað nógv mest vanliga slagi av psoriasis verður nevnd Psoriasis vulgaris. Hetta slagi kannn taka seg upp hjá børnum og ungdómi, men eisini eldri fólki. Tað kann byrja sum smáir reyðir “dropar” á húðini. Seinni kann hetta gerast til stór øki og breiða seg til stóran part av kroppinum.
Invers psoriasis Inverts psoriasis er vanligt psoriasis, sum setur seg á tey øki á kroppinum, ið eru heit og fuktig. Tað kann vera undir armunum, fyri rørarnar, í húðini við kynslutirnar v.m.
Pustular psoriasis Pustular psoriasis hevur eitt annað slag av brunamynstri. Økið á húðini gerast knopput, og knopparnir fyllast við vági og deyðari húð. Hetta slagi av psoriasis setur seg á hendur og føtur.
Psoriasis á neglum Hetta slagið av psoriasis setur seg á og undir neglirnar. Ofta gerast neglirnar tjúkkar og ójavnar. Neglir kunnu eisini loysna.
Psoriasis í hárbotninum Psoriasis í hárbotninum setir seg vanliga í hárbotnin, ofta aftanfyri oyra, í pannuni ella í nakkanum. Psoriasis í hárbotninum ávirkar annan hvønn psoriasis sjúkling.
|
|
|
|
|
FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn
Formaður:
Kathrina F. Hansen.
Telefon:
50 63 63
Teldupostur:
joensen.kathrina@gmail.com
Limagjaldið er kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.
Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9
29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.
|
|
|
|