Føroya Psoriasisfelag
FRAMSÍÐA
VIÐTØKUR FELAGSINS
NEVNDARLIMIR
AÐRAR HEIMASÍÐUR
INNIHALDSYVIRLIT


NÝGGJAST


ph.d. ritgerð um psori...
Viðgerðartúrur fyri ps...
Viðgerðartúri til Kroa...
VIÐGERÐARTÚRURIN 2020
Aðalfundurin útsettur
Aðalfundur felagsins 2020
Famløga um kanning av ...
Nordpso ráðstevna var ...


Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.

Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.

    Les meira . . .   


07-10-2018

Hvat hevur neiliga og hvat hevur jaliga ávirkan á psoriasis ?




Tað eru ávís viðurskifti, sum tey, ið hava psoriasis eiga at hava eitt vaki eyga við. Hesi viðurskifti kunnu skapa nýggj útbrot ella gera, at sjúkrastøðan gerst betur ella verri.

Strongd
Tað eru mong, sum fáa psoriasis eftir eitt krevjandi tíðarskeið við strongd t.d. í sambandi við arbeiðsloysi, hjartasorg, hjúnaskilnaði ella aðra krevjandi avbjóðing.
Tey flestu, sum hava psoriasis hava lagt til merkis, at tíðarskeið, sum hava sett stór sálarlig krøv ella strongd, hava ávirka psoriasisstøðuna.

Húðskaðar
Psoriasis kann gerast verri á økjum á húðini, sum hava fingið skaða; tað kann vera av ov nógvari sól, ov nógvum skriða, ringari sólforbrenning ella tatovering.

Bruni
Bruni, serliga í hálsinum av streptekokkum, kann elva til, at fólk fáa psoriasis ella merkja, at psoriasisstøðan gerst verri.
Tey eru mong, sum fyri fyrstu ferð merkja nakað til psoriasis - ella leggja til merkis, at psoriasisstøðan gerst munandi verri eftir, at tey hava haft hálsbruna.

Heilivágur
Ávís sløg av heilivági kunnu elva til, at psoriasisstøðan gerst verri. Talan er t.d. um betablokkar, lithium og nøkur sløg av heilivági ímóti malaria. Tað er umráðandi at ráðføra seg hjá løkna um hesi viðurskifti.
Rúsdrekka
Hjá mongum, sum hava psoriasis, hevur alkohol eina neiliga ávirkan á sjúkuna, serliga í størri mongdum.
Men tey flestu kunnu njóta eitt glas av víni afturvið mati ella ein drykk, tá ið tey eru í býnum.
Tí eiga tey, sum hava psoriasis, sjálvi at gáa um, tey hava tað best, tá tey ikki drekka alkohol.

Royking
Tey, sum hava psoriasis roykja - í miðal - meira enn tey sum ikki hava psoriasis. Enn er kortini óvist hvørja ávirkan royking hevur á psoriasis. Nøkur av teimum, sum hava psoriasis, siga, at royking hevur eina ringa ávirkan á sjúkuna meðan onnur siga, at psorisissjúkan gerst verri, tá ið tey leggja av at roykja.

Veðurlagið
Veðrið hevur oftast ávirkan á psoriasissjúkuna. Vanliga gerst psoriasissjúkan verri um veturin, har lítið av vætu er í luftini, og húðin verður lítið ávirkað av sólina. Hinvegin gerst psoriasisstøðan ofta betur um summarið, tí sólarljós vanliga hevur jaliga ávirkan hjá teimum flestu.
Men sólarljós hevur neiliga ávirkan á psoriasissjúkuna hjá millum 5 og 10% av teimum, sum hava psoriasis.

Barnsburður
Psoriasisstøðan hjá teimum, sum ganga við barni, kann ávirkast báðar vegir. Nakrar siga, at støðan gerst betur, aðrar siga at støðan gerst verri.

Kostur
Tað er ikki vísindaliga prógvað, at kostur hevur ávirkan á psoriasissjúkuna, men nøkur siga, at tá ið tey leggja kostin um gerst psoriasisstøðan betur. Hjá nøkrum gerst støðan betur, tá ið tey minka brúki av animalskum feitti og samstundis taka fiskaolju.








FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn

Formaður:
Kathrina F. Hansen.

Telefon:
50 63 63

Teldupostur:
joensen.kathrina@gmail.com

Limagjaldið er
kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.

Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9


29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.