Føroya Psoriasisfelag
FRAMSÍÐA
VIÐTØKUR FELAGSINS
NEVNDARLIMIR
AÐRAR HEIMASÍÐUR
INNIHALDSYVIRLIT


NÝGGJAST


ph.d. ritgerð um psori...
Viðgerðartúrur fyri ps...
Viðgerðartúri til Kroa...
VIÐGERÐARTÚRURIN 2020
Aðalfundurin útsettur
Aðalfundur felagsins 2020
Famløga um kanning av ...
Nordpso ráðstevna var ...


Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.

Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.

    Les meira . . .   


20-10-2018

Búmerki til Føroya Psoriasisfelag




Í samband við at tað er altjóða psoriasis dagur (World Psoriasis Day 2018) tann 29. oktobur 2018 vil Føroya Psoriasisfelag skriva út búmerkjakapping.

Felagið hevur í løtuni einki búmerki, tí er ynskið um at fáa eitt búmerki, sum á ein einfaldan hátt lýsir Føroya Psoriasisfelag.

Tað stendur frítt at velja litir og snið, tó skal navnið Føroya Psoriasisfelag vera við, og skal kunna nýtast saman við ella í búmerkinum.

Búmerkið skal kunna nýtast á heimasíðu okkara, sosialu miðlunum v.m.

Uppskotið skal verða í litum, men skal eisini kunna nýtast svart/hvítt. Uppskot skulu vera í A4 stødd og leggjast í ein brævbjálva við frámerki á.

Gott hevði verið um ein frágreiðing um, hví hetta búmerkið er hóskandi til okkum, hevði fylgt við uppskotinum.

Avsendari skal ikki skrivast á brævbjálvan.

Í ein annan brævbjálva, við sama frámerki, skal navn, bústaður, telefonnummar og teldupost bústaður á tí, ið eigur uppskotið skrivast, og sendast til:

Føroya Psoriasisfelag
Íslandsvegur 10c
100 Tórshavn

Merkið brævbjálvan “BÚMERKJAKAPPING”.


Uppskotini skulu verða Føroya Psoriasisfelag í hendi í seinasta lagi tann 14. desember 2018.

Nevndin skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini, ella einki at velja.


Eisini tilskilar nevndin sær rætt til at gera broytingar í einum møguligum vinnandi uppskoti.

Velur nevndin eitt uppskot, fær vinnarin kr. 3.000 kr. í virðisløn.

Nevndin.









FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn

Formaður:
Kathrina F. Hansen.

Telefon:
50 63 63

Teldupostur:
joensen.kathrina@gmail.com

Limagjaldið er
kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.

Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9


29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.