|
Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.
Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.
Les meira . . .
|
|
|
|
02-09-2022
Eg eri psoriasis - gikta og fibromyalgi sjüklingur
Tove Ellingsgaard: 2. september 2022
Heilsumálaráði við Kaj Leo Holm Jóhannesen sum formannin Hava tikið eina SO stôra og skeiva avgerð!! Vit eru 3 bôlkar sum onga hjálp fáa, uttan so vit tola biologiskt medisin. Biologiskt med. ljôðar ordiliga gott ha? Men men, hjáarinini kunnu vera sera oyleggjandi fyri nôgv! Eg eri bara ein av nógvum, sum ikki tola biologisk med. Ella kunstiga sól ( til psoriasis) Einasta hjálp eg og nôgv við mær hava fingið, og sum virkar sera væl er klimaviðgerð ï Kroatia !
Eitt sindur um klimaviðgerð Fyri tað fyrsta, er tað absalutt ikki ein feria sum onkur hevur sagt. Tað er Hart arb. Vit byrja viðgerðuna tann dagin vit koma, og hvønn dag byrja viðgerðurna kl.08 og til kl. 17-18 og onkuntíð aftaná tað. Við onkrum steðgi.
Viðgerðurnar eru sera effektivar, og hjálpa sera væl hjá øllum!! Hjá mær sum psoriassis og giktasjúklingur fái eg eitt heilt annað lïv, eg kann vera frïsk upp til eitt ár, og onkuntïð meira, og ikki taka nakað biologisk medisin ( fekk at vita frá lækna, at hjárinini kundu vera krabbi!! og tað skulu vit sproyta ï okkum ??)
At taka klimaviðgerðuna burtur, er ein katastrofa!! Tað ger tað, at ein stórur partur av fôlkið ONGA viðgerð fær yvirhøvur!! Tað ber við sær, at vit koma at brüka læknar og LSH. nôgv meira enn neyðugt!!
Ï Føroyum er EIN rúgva av giktasjúklingum, og EIN giktalækni!! Bíðitïðin at sleppa til giktalækna kann vera upp til hálvtannað ár og meira!
PERO SORE kennir okkum giktafólk sera væl, SETI HANN AFTUR Ï STARV!!! Og IKKI seta onkran vikarlækna í staðin, sum ikki ánar nakað um okkum og okkara støgu!!
Avgerðin at avtaka klimaviðgerðuna er ein katastrofa!! Eg fái ABSALUTT onga hjálp í FO. og eg eri tíverri ikki einsamøll!
Pengar!! ja, tað mugu vit eisini tosa um!! Ein biologisk sproyta kostar frá 70.000 kr. og upp til 300.000 kr fyri ein persón í eitt ár! Klimaviðgerð í 4 vikur alt íroknað, kostar uml. 40-45.000 kr. Og tað vil Kaj Leo IKKI geva okkum! Vit gjalda øll skatt!!
Fibromyalgi vilja nógvir læknar í Føroyum ikki gôðtaka sum eina sjúku!! Kanska skuldu læknarnir lesa hvat WHO. skrivar um tað!
Myndirnar niðanfyri eru myndir av mær áðrenn og aftaná eg havi verið í klimaviðgerð í Kroatia. Ikki bara armarnir, men allur kroppurin. + allar viðgerðirnar fyri gikt og fibromyalgi.
Vinarliga heilsan Tove Ellingsgaard
Mynd niðanfyri - áðrenn Klimaviðgerð:
Mynd niðanfyri - eftir Klimaviðgerð:
Tekstur og myndir: Tove Ellingsgaard, 2. september 2022.
|
|
|
|
|
FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn
Formaður:
Kathrina F. Hansen.
Telefon:
50 63 63
Teldupostur:
pso.fo@outlook.com
Limagjaldið er kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.
Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9
29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.
|
|
|
|