|
Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.
Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.
Les meira . . .
|
|
|
|
06-12-2022
Tíðindaskriv
6. juli 2022 kl. 14:30
Í februar 2022 fingu Føroya Psoriasisfelag, Giktafelag Føroya og Morbus Bechterew Føroyar eitt skriv frá Landssjúkrahúsinum, har kunnað varð um broytingar í framferðarháttinum í samband við ávísingar til klimaviðgerð í Kroatia. Í skrivinum varð víst til § 11 í Sjúkrahúslógini, sum sigur at “Ávísingar til kanningar, viðgerðir og endurvenjing uttanlands kunnu bert verða til viðgerðarstøð, ið landsstýrismaðurin hevur gjørt avtalu við um at taka ímóti føroyskum sjúklingum, ella til viðgerðarstøð, ið visitasjónsnevndin hevur givið loyvi til í serstøkum førum.” Sagt verður, at Sjúkrahúsverkið ikki hevur sáttmála við viðgerðarstað í Kroatia og heldur ikki við 1 Bedre Liv, sum er fyritøkan, har hesar ferðir hava verið bjóðaðar umvegis.
Broyttu reglurnar, sum her fyriliggja, eru altso ein handhevjan av einari áseting, sum ikki hevur verið praktiserað síðan lógin varð kunngjørd av Føroya Løgtingi í 2006. Handhevjanin merkir, at tilboðið skal skerjast, sum staðfest av Heilsumálaráðnum, vísandi til lógina – sama Heilsumálaráð, sum í 16 ár hevur loyvt viðgerðini, hóast hetta hevur verið mótstríðandi áðurnevndu áseting, sum nú verður víst til.
Í skrivinum stendur somuleiðis, at avvarðandi sjúklingabólkar skulu fáa kunning um broyttu mannagongdirnar í næstum, men her er tað einans Psoriasisfelagið, ið hevur fingið kunning, meðan Giktafelagið og Morbus Bechterew felagið ikki hava fingið nakra kunning.
Í kunningartilfarinum, sum varð sent Psoriasisfelagnum, verður víst til eitt danskt viðmæli/leiðbeining frá 2016, sum heldur ikki hevur verið praktiserað fyrr enn nú – góð seks ár eftir at hesi viðmæli eru gjørd. Giktafelagið og Morbus Bechterew felagið hava onga kunning fingið um hvørja mannagongd giktsjúk verða visiteraði eftir, og her sita bæði feløg og sjúklingar enn og bíða eftir einari frágreiðing.
Hóast kunnað hevur verið um at broytingar hava verið ávegis, hevur onki av feløgunum fingið eina frágreiðing um hví hesar broytingar eru íkomnar. Viðvíkjandi hoyring, hava feløgini heldur ikki verið spurd eftir. Vit eru tí sett í eina støðu, har vit einans kunnu gita og illgita orsøkirnar til íkomnu støðuna.
Tó skal sigast, at hóast feløgini sjálvi ongar grundgevingar hava fingið til orsøkirnar, sum hava elvt til hesar broytingar, so hava tveir 52 a fyrispurningar fyriligið, har løgtingsfólk hava spurt landsstýrismannin um støðuna viðvíkjandi klimaviðgerðartilboðnum.
52 a fyrispurningarnir, settir av Jóhannis Joensen og Edvu Jacobsen, eru báðir dagfestir 1. juni 2022, og í báðum førum hevur fylgjandi frágreiðing ligið til grund fyri skerda viðgerðartilboðnum:
“Sjúkrahúsverkið hevur fyri stuttum upplýst fyri landsstýrismanninum, at tey hava broytt mannagongdina. Broytta mannagongdin skal sambært Sjúkrahúsverkinum m.a. síggjast í ljósinum av, at tað eru hend stór framstig í viðgerðini seinnu árini, og eitt nú er viðgerðin við lívfrøðiligum heilivági ment heilt nógv til hesar báðar sjúklingabólkarnar. Sambært Sjúkrahúsverkinum fáa teir allar flestu sjúklingarnir betri úrslit við nýggju viðgerðarmøguleikunum enn við klimaviðgerð, og tí hava tey tikið avgerð um at broyta ávísingarháttin soleiðis, at færri nú fáa bjóðað klimaviðgerð.”
Orsøkin sum framgongur er sostatt tann lívrunni heilivágurin, sum skal eitast at verða ein betri viðgerðarháttur enn klimaviðgerðin. Fyri summi er hetta helst eisini satt, men fyri onnur hevur lívrunnin heilivágur lítlan ella slett ongan virknað, umframt tað, at heilivágurin kann geva so nógv hjáárin, at summir sjúklingar yvirhøvur ikki kunnu fáa hendan heilivágin.
Góði landsstýrismaður
Vit kenna okkum yvirsædd, og meta, at avgerðir, sum vit eiga at hava ávirkan á, eru tiknar yvir høvdið á okkum. Vit halda tað verða undir alt lágmark, at slíkar avgerðir verða tiknar, uttan at sjúklingarnir sjálvir verða tiknir uppá ráð. Vit halda tað eisini verða átaluvert, at avvarðandi sjúklingafeløg hvørki verða hoyrd ella kunnaði, í einari slíkari tilgongd, sum hevur so stóra ávirkan á lívið og lívsgóðskuna hjá teimum sjúklingum, sum feløgini hvør í sær umboða.
Vit meta tað eisini verða púra burturvið, at valt verður at skerja eitt tilboð, orsaka av einari áseting í einari lóg, sum alla ta tíð, ið lógin hevur livað, ikki hevur verið praktiserað – hesum standa vit eisini spyrjandi yvirfyri. Tá ið avgerð so er tikin um at handhevja ásetingina, er tað eisini púra høpisleyst, at loysnin uppá tann løgfrøðiliga trupulleikan um at fylgja ásetingini skal verða at skerja tilboðið, heldur enn at royna at fáa eina avtalu við viðgerðarstovnin í lag, soleiðis at virkað verður fyri áhuganum hjá hesum sjúklingabólkum.
Vit hava tí hug at spyrja; er hetta fyri at nøkta ein juridiskan tørv, ella er tað kanska tað løgfrøðiliga, sum her skal rættvísgera eina avgerð, sum er tikin útfrá øðrum atlitum? Í øllum førum er tað eitt sannindi, at talan er um eina avgerð, sum beinleiðis stríðir ímóti áhuganum hjá sjúklingunum – tað kemst ikki uttanum.
Um avgerðin kemur at standa við, so sakna vit eina frágreiðing um, hvørja viðgerð landsstýrismaðurin ætlar at bjóða teimum sjúklingum, sum av ymiskum orsøkum ikki kunnu taka tann lívrunna heilivágin – ella um landsstýrismaðurin yvirhøvur hevur nakrar ætlanir herfyri.
Vit viðurkenna sjálvandi at feilir kunnu henda, og bæði vóna og vænta, at hendan avgerðin verður tikin aftur. Um ikki hon verður tað, so vænta vit at landsstýrismaðurin hevur eitt enn betri viðgerðartilboð at bjóða okkara sjúku og veiku. Somuleiðis vilja vit biðja landsstýrismannin um at koma á fund, har vit í felag kunnu viðgera hesa óhepnu støðuna, soleiðis at vit saman kunnu koma til eina loysn, sum tænir bæði okkum sum sjúklingum og tykkum sum politiskum myndugleika.
Við hesum skrivi, vilja vit sostatt heita á landsstýrismannin, um at taka avgerðina aftur um at skerja klimaviðgerðartilboðið í Kroatia, sum í áravís hevur staðið psoriasis- og giktsjúkum borgarum í boði.
Vegna nevndirnar í feløgunum
Giktafelag Føroya, Morbus Bechterew Føroyar og Føroya Psoriasisfelag
|
|
|
|
|
FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn
Formaður:
Kathrina F. Hansen.
Telefon:
50 63 63
Teldupostur:
joensen.kathrina@gmail.com
Limagjaldið er kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.
Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9
29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.
|
|
|
|