|
Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.
Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.
Les meira . . .
|
|
|
|
30-03-2023
Gleðiboð frá Føroya Psoriasisfelag
Í dag bleiv játtað 500.000 kr. til Føroya Psoriasisfelag og Giktafelag Føroya til klimaviðgerð. Limir í Føroya Psoriasisfelag kunna søkja um hesu viðgerð. Nærri kunning verður heilt skjótt at finna á heimasíðuni. Tey ið ikki eru limir, kunna tekna seg sum lim. Kontonummar er upplýst á forsíðuni á heimasíðuni, vinarliga send teldupost á pso.fo@outlook.com við kontaktupplýsingum.
Fyrireikingarnar eru farnar ígongd, og ætlanin er at fara til Kroatia um hálvan mai í ár. Nærri kunning um hetta, ein av komandi døgunum. Vit vilja eisini nýta høvið at takka teimum mongu ið hava hjálpt við tilgongdini. Eingin nevndur, eingin gloymdur.
Vinarliga heilsan Føroya Psoriasisfelag
|
|
|
|
|
FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn
Formaður:
Kathrina F. Hansen.
Telefon:
50 63 63
Teldupostur:
pso.fo@outlook.com
Limagjaldið er kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.
Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9
29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.
|
|
|
|